Tó at øll neytini fóru av garðinum við kvotasølu okkara stóðu framhaldandi 3 1/3 kúgv á festibrævinum.
Tá festiskipanin er soleiðis skrúða saman, at bóndin kann gerast endurgjaldsskyldugur um ikki ta ið nevnt er á festibrævinum til eina og hvørja tíð finnist á festinum, mátti sjálvsagt okkurt gerast.
Eftir at hava umhugsa ymsar loysnir, m.a. gravkýr, valdi vit at fáa okkum fatur á Highland, ella fjalla neytum sum nú í 10 ár hava liva í KOLTRI
Úrsliti varð at hesar 3 fittu veturgomlu kýrnar vóru fluttar við tyrlu úr Koltri inn á Fossdal, hagan vit koyrdu tær heim til Kirkjubøar.
Kvígurnar eita Elisabeth, Ása og Ebba, og hóast tær máttu bindast niður, vóru tær púra róligar undir øllum flutninginum. Komnar í fjósið løgdu tær á at eta. Eftir at hava havt tær inni í nakrar dagar fyri at tryggja at alt var sum tað átti, sluppu tær so út aftur og liggja nú uppi í Trøðni.
Tó eru trupulleikarnir ikki heilt loystir enn, 1/3 kúgv manglar, men av tí hetta ikki er eitt tal ið hóskar so væl at býta eitt livandi kríatúr upp í, er ætlanin at fáa til vega eina kvígu afturat. Vit royna at leita eftir, helst eini kvidnari kvígu og einum tarvi, helst úr Noreg, vegna Bluetongue sjúkuna í ger um seg í Danmark fyri tíðina.
Tá skuldi eisini veri lagamanni at fingið nýtt blóð út í Koltur.
Myndir frá degnum tær komu síggjast her
|