Eftir at hava staðið uttan tekju í langa tíð eru gróthúsini á Árnanesi endiliga undir taki aftur. Hesi hús hava verið torvhús á garðinum, men vóru avløgd einaferð seinast í 1800.
Fyri einum 10 árum síðan, varð Jens Pauli Dam biðin av táverandi Kirkjubøar Kommunu um at laða húsini uppaftur. Síðan stóðu tey uttan at meira varð gjørt.
Í vár fór Teitur so undir at gera sperrurnar til. Viðurin varð rekaviður ið vit fingu sagaðan hjá Skógrøkt landsins, og sum síðan hevur ligið í seyðahúsinum úti á Bø.
Tá nú sperrurnar vóru komnar upp, varð restin av tilfarinum keypt frá Balslev. Tróður lagt á, og sum rættilig gomul tekja vóru nævur lagdar oman á tróðri. Síðan dúkur og dobbaplast.
Nú stendur ta fyrsta húsi liðugt. Við flagtekju og øllum sum hartil hoyrir.
Vit takka øllum ið veittu eina hjálpandi hond.
Myndir av endurbyggingini síggjast her.
|