Nú er gongd komin á aftur skanningina av seyði. Eyðstein Jensen er farin til Noregs at læra mannagongdirnar við skanning, og vóna vit at gongd kemur á longu í vár. John Johansen, ið var her í vár, stendur fyri upplæringini av Eysteini. John hevur lært fleiri manns upp í kynstrinum at skanna og telja fostur í seyðinum. Hann hevur sjálvur ein neyvleika uppá 99,9% so betri lærumeistara finna vit neyvan.
Vit vóna at føroyska seyðahaldið fer at taka væl ímóti hesum tiltaki, og at tey úslit ið kunnu lesast av eini slíkari skanning koma at bera seyðahald okkara inn í framtíðina.