Hetta man vera tann løgnasti gesturin higartil í ár. Hesin lítli nósin lá í sugguni suður móti Líkhúsi, og har lá hann í allan dag. Einki sást til opnu ella annan kóp, og endin varð at okkum tókti synd í hesum lítla og valdu at taka hann heim.
Bjarni frá Náttúrugripasavninum varð her og hugdi, helt nósan verða góða viku gamlan, og at hann var ov ungur at klára seg einsamallan. Vit ætla at gera eina roynd at fáa hann at eta/súgva, og vita hvussu leikur fer. Hann er spektur nógv og físur ikki so nógv nú í kvøld, men hann glepsar um ikki ein er varin...
Ikki tykkum at siga at øll eru púrasta vekk í hesum lítla...
Fyrst varð at fáa hita í kroppin. Honum dámdi væl radiatorin, og lá handskin við makrel-luktinum í nánd var hann púrasta róligur. Haldi ikki hundurin var so glaður um at missa sítt fasta pláss.
Jens Kristian roynir at geva honum fløsku, men lítið fekst niðurum. Higartil hevur honum best dámt makrelina frá Chiaki...
Einki er sum ein góðan døgurðaslang, tó at ikki so nógv kom niðurum...