Nú ganga menn spentir. Fyrsti harudagur er 2/11 og heldur tíðin fram til 31/12. Hetta er spennandi tíð, og eru túrarnir í haganum mangan góðir. Við byrsu í hond og fetli á bakinum er mangan spennandi at ferðast í haganum. Ikki um at tala ein góðan kaldan dag við 2 harum hangandi í fetlinum.
Her í haganum eru tað fjallmenninir ið brúka veiðirættindini. Minnist ongantíð at hagin hevur verið seldur til aðrar at brúka. Hetta kom fyri fyrr, men tað er langt síðan.
Besti túrur í seinastuni var ein túrur við 49 harum. Hetta er nógv í hesum haganum. Hetta er stórur og slættur hagi. 20 merkur til støddar, men tað sigur tó ikki so nógv um vídd. Longsti teinur er gott 5 km frá Kirkjubønesi og norð á Gomlurætt, breiddin er góðar 2,5 km. Grannin er 8 1/2 marka hagi, men er nógv víðari at fara um.
Tó at sýni er gott um allan hagan er ikki altíð so lætt at koma í skotsmál. Og sita harurnar ofta leysar. Her eru brattar líðir og stórir slættar, men eisini okkurt meira grýtut lendi. Ikki er høgt til fjalls. Kamburin er hægstur við 303 m.y.h. Best er um hann liggur høgur við kulda ella regni, dagin fyri farið verður.
Vit vóna onkran góðan túrin, og ynskja øðrum harumonnum tað sama. Minnist tó til at byrsa, veiða og náttúran kunnu verða vandamikil, og eigur at farast um við stórari virðing, so hetta verður at gagni.

Byrsa. Sabatti kal. 12 y/u við 76 mm. kamari og trykkroynd til 1200 bar. Tað merkir at her kunnu stálhøgl nýtast

Sita norðanvert Kambin og fáa okkum ein bita. Norðanfyri sæst Mølin og longri norði Koltur við Vágalandinum í baksýni.
Við hendan túrin vóru.: Tróndur, Birgir, Sigert, Hjørtur, Gilli, Bjørn, Brandur og Jóannes sum tók myndina.