Fleiri myndir!! Leygarkvøldið 25/09-2004 savnaðust 30 ungir mans til veitslu í Roykstovuni. Einasta treytin fyri luttøku varð, at allir skuldu verða í føroyskum klæðum, og í góðum lag!
Hetta er eitt frálíkt høvið at taka klæðini fram.
Byrjað varð á Cafe Natúr, har bussur heintaði hesar garparnar kl. 19,00 og so varð koyrt til Kirkjubøar. Tá allir vóru komnir fram í øllum góðum, var Vikublaðið til staðar og ein felagsmynd tikin. Síðan fóru allir eina rundferð, har vit byrjaðu í kirkjuni. Síðan ein túr inn í kjallararnar undir Roykstovuni.
Eftir at hava hugt at garðinum varð farið innar. Vælkomusnapsur úr Hanusi, og so til borðs. Á matarseðlinum varð fesk súpan og stokt lambskjøt. Væl varð sungið undir borðhaldinum, og onkur góð varð eisini søgd. Eftir borðhaldið varð kaffi og konjakk niðri í stovunum, meðan Roykstovan varð ruddað. Bussurin skuldi koma kl 00.30, men av ávísum orsøkum varð ferðalagið nakað seinkað, og fingu bussin at koma kl 01.30 í staðin, gott við góðum bussstjóra!!
Eftir at kaffi varð drukkið skuldi Roykstovan roynast sum so mangan fyrr. Farið varð uppá gólv, og teir í ikki vórðu í ringinum vóru uttandura og lyfti Havinum. Hvussu varð lyft og ikki, veit eg ikki, men Havið endaði undir snóratrænum. Aðrir høvdu betri hug at royna roysni við fjallstavum og undir bitunum, so hetta var mest sum í gomlum døgum.
Vit vilja hervið takkað gestunum fyri sera lívligt og hugnaligt kvøld!!

Eftir døgurðan. Kaffi o.a. í Stórustovu.

Fyriskiparar. Elith, Vøgg og Hallur.

Fáa sær súpan.

Nakað varð sungið undir borðhaldinum.


"Kokkurin er góður, hon dugir......"