
Mynd úr "fylgisveinagrindini" Edvard Joensen. Varðin hevur uppá mastur.
Í gjár var eg uppringdur av Dorethu Block, um at ein grind lá út fyri Gomlurætt. Hugdi út, og sá hana koma undan Árnanesi.
Hørður var og vitjaði og vit lupu avstað. Umborð vóru so Hørður, Jens Kristian, Ólavur og eg sjálvur.
Tað var sera illa sjógva, og sigast má at tað breyt í bæði borð. Royndu at reka grindina suður móti Nesinum, men hon hevði ongan hug at fara suður um Bøboðar. Vestfallið var akkurát ákomið, og sum sagt sera óslætt so ringt var at halda eyga við grindini. Eftir at vit høvdu rikið í útvið ein hálvan tíma kom J.A. Mohr, og nú vit vóru tveir bátar bar betur til. Við eitt tók grindin sjógv á bak suður um Kirkjubønes, og vendi so inn í Nólsoyarfjørð. Við somu øði helt hon á norð undir Sveipin, her slættnaði sjógvurin, og lættari var at reka.
Tá vit nærkaðust Glyvursnesi byrjaðu aðrir bátar so smátt at leggjast afturat. Grindin helt góða ferð líka inn í Sandagerð. Drápið gekk skjótt og væl.Finningarlønin var 10 skinn til okkara og 10 skinn til Dorethu. Tó fekk Varðin ongan drápspart, og meini eg tað vera skeivt. Sjálvadi eigur bátur og manning at fáa drápspartar umframt finning. Tað er hóast alt bátrnir ið reka, og fáa grindina inn undir land!!
3,5 tímar eftir at vit løgdu frá landið úr Kirkjubø vóru vit við hús aftur, eftir ein heldur baldrutan túr um Kirkjubønes.
Seðlarnir komu út kl 23.00, og skjótt var at skera upp. Alt liggur nú saltstroytt í hjallinum.
Hetta er triðju ferð í ár at Varðin er fyrstur hjá grindini. Bæði tann í Leynum og fylgisveinagrindin í Sandavági, umframt hendan Havnagrindin vóru vit so hepnir at vera fyrstur hjá. Finningarløn til fylgisveinagrindina eiga vit til góðar, í býti við Thorvald Lützen, so spennandi verður at frætta frá næstu grindini í Vágum!

Mynd úr "fylgisveinagrindini" Edvard Joensen.

Amboð til at skera upp, Hvassir knívar og góðir krókar eru hentir.

Sigert og Hørður skera upp.

Hørður og Jóannes saltstroya.